Norske Akevitters Venner er ein landsumfatandi, ikki-statsligur mentanarfelagsskapur, sum varð settur á stovn í 1999.
Stovnurin arbeiðir fyri at stuðla mentan og siðvenju, sum er tengd at nýtsluni av
tjóðarbrennivíninum akvavitt innan norska mat- og drykkjumentan.
Norskt akvavitt telur umleið 400 ymiskar vørur og varð fyrstu ferð lýst tann 13.
apríl 1531. Kendasta vøran í altjóða høpi er Lysholm Linie Aquavit.
Norske Akevitters Venner framleiða ikki sjálvir akvavitt, men arbeiða fyri at spjaða
vitan um akvavitt bæði innan- og uttanlands.
Norske Akevitters Venner er hoyringsmyndugleiki og er annars ofta
nýttur sum serkunnleiki í spurningum um akvavitt.
Norske Akevitters Venner kann eisini senda fyrispurningar víðari til viðkomandi
framleiðarar.
Samband: